Tænastur

Skattaráðgeving

SPEKT ráðgevur virkjum og persónum í skatta- og avgjaldsviðurskiftum.

Vit ráðgeva m.a. um skattligu avleiðingarnar í sambandi við keyp og sølu av fyritøkum, bygningum, virðisbrøvum, umskipan av virkseminum, ættarliðsskifti v.m.

Harumframt ráðgeva vit um skattligu viðgerðina av fríum ágóðum, eins og vit hava holla vitan um viðkomandi spurningar, tá ið persónar arbeiða í útlandinum ella koma higar at arbeiða.

Fíggjarligar avgerðir kunnu fáa stóra skattliga ávirkan. Er skattliga avleiðingin ikki greið, kann SPEKT hjálpa við at fáa eitt bindandi svar frá TAKS.