Kunning
30-05-2024

Hevur tú hug at arbeiða innan KT-økið hjá okkum?

Hevur tú útbúgving og arbeiðsroyndir innan KT og/ella KT-trygd?

Kundi tú hugsað tær víðariútbúgving samstundis sum tú ert í starvi?

Sum starvsfólk hjá SPEKT fært tú arbeiðsroyndir umframt møguleika fyri at taka eina sertifisering innan KT-grannskoðan.

Arbeiðið

Starvsstaðurin verður á skrivstovuni hjá SPEKT í Havn, har tú verður partur av einum dugnaligum, ágrýtnum og væl útbúnum starvsfólkatoymi. Dagliga arbeiðið verður saman við KT-grannskoðarunum at gera greiningar og metingar av KT-trygdarviðurskiftum hjá viðskiftafyritøkum okkara og veita ráðgeving innan KT og KT-trygd. Eisini verður tú partur av arbeiðinum við innanhýsis KT-trygdini hjá SPEKT.

Eftirútbúgvingin

Samstundis sum tú arbeiðir, bjóða vit tær møguleika fyri at byrja upp á fyrireikandi skeið til at taka eina sertifisering innan KT-grannskoðan til dømis CISA ella PECB ISO 27001 Lead Auditor. Eftirútbúgving og arbeiði verða lagað hvørt eftir øðrum, soleiðis at tú verður sertifiseraður eftir tvey ella trý ár.

Um teg

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving innan KT, til dømis hevur ein bachelor í KT-verkfrøði, og hevur arbeiðsroyndir í breiðum høpi sum KT-fólk. Eisini vænta vit, at tú ert opin fyri at víðariútbúgva teg innan KT-grannskoðan eftir tørvi. Harumframt vænta vit, at tú dugir væl at orða teg skrivliga, at tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at samstarva. Starvstíðin byrjar skjótast gjørligt.

Umsóknin

Umsókn við upplýsingum um útbúgving og arbeiðs­royndum skal sendast okkum skjótast til ber og í seinasta lagi 16. juni 2024.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mirjam Haraldsen á telefon 343470/233470 ella við at skriva teldupost til mh@spekt.fo.

Allir fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.