Kunning

SPEKT søkir eftir næmingum til skrivstovurnar í Havn og í Klaksvík

Vilt tú verða grannskoðari?

SPEKT bjóðar starv og hægri útbúgving innan grannskoðan, roknskap, skatt og vinnulívsrætt 

Ert tú nýliga liðug/ur við miðnámskúla, ella verður tú liðug/ur í summar? Hevur tú áhuga í samfelags- og vinnuligum viðurskiftum? Dámar tær at arbeiða við tølum, og kundi tú hugsað tær at fingið eina hægri útbúgving innan búskaparfrøði?  

Sum starvsfólk hjá SPEKT fært tú arbeiðsroyndir, samstundis sum tú hevur møguleika at fáa eina hægri búskaparliga útbúgving.

Arbeiðið
SPEKT hevur skrivstovu í Havn og í Klaksvík, og søkja vit næmingar til báðar skrivstovurnar. Starvsstaðurin hjá tær verður á skrivstovuni hjá SPEKT í Havn ella í Klaksvík. Verður tú settur á skrivstovuni í Klaksvík, mást tú rokna við at koma at arbeiða ein part av tíðini á skrivstovuni í Havn fyrstu tíðina. 

Tú verður partur av einum dugnaligum, vælútbúnum og ágrýtnum toymi av starvsfólkum. Dagligu uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna millum annað um at grannskoða ársroknskapir, veita roknskaparhjálp og ráðgeva vinnuligum og almennum fyritøkum um fíggjarlig viðurskifti. Í starvinum fært tú breitt innlit í føroyska vinnulívið.

Útbúgvingin
Samstundis, sum tú arbeiðir, verður byrjað upp á hægri lesnað innan búskaparfrøði. Í fyrstu syftu lesur tú HD, har tey fyrstu 2 árini eru skipað við undirvísing á Búskaparbreytini á Glasi. Seinnu 2 árini av HD lestrinum eru skipað í samstarvi ímillum Búskaparbreytina á Glasi og Århus Universitet.

Eftir loknan HD-lestur er møguleiki at søkja inn á cand.merc.aud.-útbúgvingina á lærdum háskúlum í Danmark. Lesur tú fulla tíð, tekur tað 2 ár at fullføra cand.merc.aud.-útbúgvingina. Velur tú at arbeiða í lestrartíðini, mást tú rokna við, at tað tekur eini 3 til 4 ár at fullføra cand.merc.aud.-útbúgvingina.

Cand.merc.aud.-útbúgvingin gevur møguleika fyri at gerast statsaut. revisor ella løggildur grannskoðari.

Ein HD-útbúgving eins og ein cand.merc.aud.-útbúgvingin saman við arbeiðsroyndum hjá SPEKT geva fjølbroyttar arbeiðsmøguleikar á øðrum økjum enn í grannskoðanarvinnuni, m.a. sum roknskapar-/fíggjarleiðari í størri fyritøkum.

Um teg
Vit vænta, at tú hevur eitt gott miðnámsskúlaprógv serliga innan øki, ið eru viðkomandi so sum støddfrøði ella virkisbúskap. Tú ert sinnað/ur at fara undir at lesa HD og síðani cand.merc.aud. Harumframt vænta vit, at tú dugir væl at orða teg skrivliga, at tú ert fryntlig/ur, fyrikomandi og at tú hevur lætt við at samstarva við onnur. Tú mást eisini verða sinnað/ur at arbeiða longri dagar onkur tíðarskeið.
Starvstíðin byrjar eftir nærri avtalu í heyst.

Umsóknin
Umsókn við upplýsingum um miðnámsskúlaprógvið (seinasta støðumet) og møguligum arbeiðsroyndum verður at senda okkum skjótast til ber og í seinasta lagi 22. mai 2026. 

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mirjam Haraldsen á telefon 233470 ella við at skriva teldupost til mh@spekt.fo

Allir fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.