Kunning

Rói Herup Olsen staðið próvtøkuna til statsautoriseraðan revisor

Vit fegnast um at kunna boða frá, at Rói Herup Olsen tann 1. juni 2026 hevur staðið endaligu royndina í Keypmannahavn at gerast statsautoriseraður revisor.

Rói, sum er 42 ára gamal, hevur síðani 2007 arbeitt sum grannskoðari hjá SPEKT, tó við einum steðgi upp á knappliga 2 ár, meðan hann var í Keypmannahavn og tók cand.merc.aud útbúgvingina.

Rói hevur øll árini hjá SPEKT grannskoðað bæði smáar og stórar kundar.

Rói er ein av 5 statsautoriseraðum revisorum hjá SPEKT.