Óbrúktur botnfrádráttur
Sambært skattalógini kann óbrúktur botnfrádráttur flytast til mótrokning í skattskyldugari inntøku hjá hjúnafelaga. 
Hvussu virkar skipanin 
Síðani 2002 hava hjún kunna flutt óbrúktan botnfrádrátt í skattinum til frádrátt í inntøkuni hjá hinum hjúnarfelagnum. Ætlanin við skipanini er, at hjún við einari inntøku skulu javnstillast við hjún og onnur samlivandi, har bæði hava inntøku og tískil bæði kunnu nýta árliga botnfrádráttin í skattinum. 
Skipanin virkar á tann hátt, at um inntøkan hjá øðrum hjúnafelagnum er lægri enn árligi botnfrádrátturin, meðan inntøkan hjá hinum hjúnafelagnum er hægri, verður ein javning gjørd í inntøkunum hjá báðum hjúnafeløgum, so tann lægra inntøkan verður hækkað upp til botnfrádráttin, meðan tann hægra inntøkan verður lækkað í sama mun. 
Dømi (2007) 
                   Inntøka        Javning        Broytt inntøka
Maður                   0       +28.000              28.000
Kona          300.000       -28.000             272.000
Óbrúkti botnfrádrátturin hjá manninum verður fluttur yvir til konuna, og viðførir hetta, at konan fær ein eyka frádrátt upp á 28.000 kr. uttan at tað fær avleiðingar fyri skattin hjá manninum. Um báðir hjúnarfelagirnir hava hægri ella lægri inntøku enn árligi botnfrádrátturin, verður eingin javning gjørd í skattskyldugu inntøkunum. 
Um annar hjúnarfelagin hevur hall í skattskyldugu inntøkuni 
Um skattskylduga inntøkan hjá giftum persóni vísir hall, verður javningin í inntøkunum hjá báðum hjúnarfeløgunm gjørd á tann hátt, at bæði óbrúktur botnfrádráttur, umframt hallið í skattskyldugu inntøkuni, verða flutt til frádrátt í skattskyldugu inntøkuni hjá hinum hjúnafelaganum. 
Dømi (2007) 
                   Inntøka        Javning        Broytt inntøka
Maður       -100.000     +128.000             28.000
Kona          300.000      -128.000           172.000
Dømið vísir, at hallið í skattskyldugu inntøkuni hjá manninum fult út verður mótroknað í skattskyldugu inntøkuni hjá konuni. 
Ein kommunal skattakærunevnd hevur í 2007 staðfest, at javningin í skattskyldugu inntøkuni skal gerast á henda hátt, tá ið annar hjúnafelagin hevur hall í skattskyldugu inntøkuni. Giftir persónar, sum okkurt árið síðani 2002 hava havt hall í skattskyldugu inntøkuni, eiga tí at venda sær til Toll- og Skattstovuna og kanna eftir, um javningin í skattskyldugu inntøkuni hjá teimum er gjørd á henda hátt. 
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til grannskoðaran, sum tú vanliga hevur samband við, ella 
Mirjam Haraldsen 
Tlf. nr. 34 34 70 
mharaldsen@spekt.fo 
Jákup Jacobsen 
Tlf. nr. 34 34 63 
jjacobsen@spekt.fo