MVG frítøka fyri EL akfør og vetnisakfør
Fíggjarmálaráðið hevur lagt uppskot fyri løgtingið um MVG frítøku á bilum, sum bert nýta EL ella vetni (Hydrogen).
Eftir uppskotinum kann persónur ella felag, sum keypir motorakfar, sum bert nýtir EL ella vetni, fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið við at lata umsókn til TAKS.
Endurgjaldið er avmarkað til í mesta lagi 70.000 kr., svarandi til ein søluprís fyri akfarið uppá 350.000 kr. íroknað MVG.
Motorakfør skulu verða skrásett í seinasta lagi 1. januar 2019 fyri at fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið. Í hesum sambandi skal umsókn verða latin TAKS í seinasta lagi 31. mars 2019.
Motorakfør, sum bert nýta EL ella vetni, eru frammanundan frítikin fyri at rinda skrásetingargjøld til Akstovuna.
Í dag kosta EL/vetnisbilar nógv meira frá bilframleiðarunum enn bilar, sum nýta bensin/diesel. Í niðanfyri-
standandi talvu er víst dømi uppá EL/vetnisbil, sum kostar nærum tvífalt so nógv at framleiða sum bensin/diesel bilur, hóast bilarnir annars eru á somu stødd og hava líknandi útgerð.
Dømi | Bensin / Diesel | EL / Vetni |
Kostprísur frá bilframleiðara | 116.350 | 230.000 |
Farmagjald | 10.000 | 10.000 |
CIF virði | 126.350 | 240.000 |
CO2 útlát (g/km) | 115 | 0 |
Virðisgjald | 69.763 | 0 |
CO2 gjald | 2.300 | 0 |
Burturbeiningargjald | 5.000 | 5.000 |
Skrásetingargjald tilsamans | 77.063 | 5.000 |
Vinningur hjá bilasølu | 40.000 | 40.000 |
MVG | 41.588 | 70.000 |
Søluupphædd | 285.000 | 355.000 |
Endurrindan av MVG | 0 | -70.000 |
Netto kostnaður eftir endurrindan av MVG | 285.000 | 285.000 |
Í omanfyristandandi dømi verður latið bilkeyparanum 113.651 kr., í stuðli, svarandi til skrásetingargjald og MVG, sum ikki koma í landskassan, um bilkeyparin velur at keypa EL/vetnisbil heldur enn bil, ið nýtir bensin ella diesel.
Um EL/vetnisbilurin hevði goldið skrásetingargjald og MVG eftir vanligum reglum, hevði søluprísurin verið 510.000 kr., svarandi til 355.000 íroknað MVG + 155.000 í skrásetingargjaldi.
Eftir uppskotinum kemur lógarbroytingin í gildi við afturvirkandi kraft til 1. januar 2017.