Kunning

Jóhannes Færø, statsaut. revisor, hevur fingið CISA-góðkenning

Jóhannes, statsaut. revisor hjá SPEKT, hevur fingið CISA-góðkenning. CISA-góðkenningin er ein altjóða góðkenning fyri kt-grannskoðarar.

CISA-góðkenningin váttar serkunnleika innan grannskoðan av kt-skipanum, kt-leiðslu og kt-trygd.

Krøvini fyri at fáa CISA-góðkenning eru, at tú hevur útbúgving, arbeiðsroyndir innan KT-grannskoðan og at tú stendur CISA-próvtøkuna.

Við CISA-góðkenningini hjá Jóhannes hevur SPEKT styrkt um sín førleika at grannskoða kt-trygdina hjá fyritøkum og stovnum og at veita ráðgeving um kt-trygd, kt-politikk og kt-váðametingar