Hýrur undir DIS og FAS skipanini
Gjørt verður vart við, at eftir at hetta tíðandaskriv varð sent út 7. mars 2008, er skattingin av FAS-hýrum broytt munandi við virknaði frá 1. januar 2009.
Skattliga viðgerðin av hýrum frá skipum undir donsku DIS-skipanini er øðrvísi enn skattliga viðgerðin av hýrum frá skipum undir FAS skipanini. 
Niðanfyri er í stuttum greitt frá skattligu viðgerðini av hýrum undir ávikavist DIS- og FAS-skipanini, umframt at ein samanbering er gjørd millum nettoútgjaldingar av hýrum frá báðum skipanum. 
Ein samanbering av skipanunum í víðari høpi er ikki gjørd her. Skulu báðar skipanirnar samanberast sum heild, mugu atlit eisini takast til m.a. munin á skattaprocentinum hjá feløgum í Danmark og í Føroyum, møguleikum fyri avskrivingum, herundir eisini forskotsavskrivingum, umframt møguleikum hjá reiðaravirkjum at koma undir tonsaskatting í Danmark ella í Føroyum. 
DIS (Dansk Internationalt Skibsregister) 
Lønarinntøka undir DIS-skipanini verður útgoldin sum ein netto inntøka. Føroyingar, sum móttaka lønarinntøku undir DIS skipanini, gjalda ongan skatt í Danmark av inntøkuni. 
I Føroyum skal inntøka undir DIS-skipanini uppgevast sum vanlig skattskyldug inntøka. Í endaligu skattauppgerðini verður útroknaði skatturin lækkaður við teirri upphædd, sum lutfalsliga fellur á hesa inntøku. Hetta merkir, at persónur, sum bert hevur inntøku undir DIS-skipanini, ikki skal gjalda skatt í Føroyum. Um persónur hevur aðra skattskylduga inntøku afturat inntøkuni undir DIS-skipanini, verður hendan inntøka skattað við tí skattaprocenti, sum samlaða inntøkan, eftir vanligum útrokningarhátti, annars hevði verið skattað við. 
Føroyingar, sum hava inntøku undir DIS-skipanini, skulu í 2008 gjalda 1,75% í arbeiðsmarknaðargjaldi av hesari inntøku. Av tí at inntøka undir DIS-skipanini er at rokna sum B-inntøka í Føroyum, verður ikki goldið arbeiðsloysisgjald ella barsilsgjald av inntøku undir DIS-skipanini. 
FAS (Føroysk Altjóða Skipaskrá) 
Inntøka frá skipum undir FAS skipanini verður útgoldin og skattað sum A-inntøka. Persónar, sum eru fult skattskyldugir í Føroyum, fáa ein frádrátt í skattskyldugu inntøkuni upp á 14% av inntøku undir FAS-skipanini. Frádrátturin verður roknaður av inntøku upp til 470.000 kr. um árið. Frádrátturin kann tískil ongantíð verða størri enn 65.800 kr. um árið. Netto inntøkan aftan á frádrátt verður síðani skattað á vanligan hátt. 
Føroyingar, sum hava inntøku undir FAS-skipanini skulu í 2008 gjalda 1,75% í arbeiðsmarknaðargjaldi av skattskyldugu inntøkuni, og 1,00% í arbeiðsloysisgjaldi og 0,62% í barsilsgjaldi av samlaðu inntøkuni undir FAS-skipanini. 
Føroysk reiðaravirki, sum útgjalda hýrur undir FAS-skipani, hava rætt til at fáa 30% av útgoldnu hýruni afturgoldið frá landskassanum. 
Samanbering av hýrum 
Í niðanfyristandandi talvu er víst ein samanbering av hýrum undir DIS-skipanini og tilsvarandi hýrum undir FAS-skipanini. Talvan vísir, at um ein persónur t.d. forvinnur 15.000 kr. um mánaðin í inntøku undir DIS-skipanini, skal sami persónur hava eina mánaðarløn upp á 21.500 kr. undir FAS-skipanini, fyri at hava líka nógv eftir aftaná skatt og sosial gjøld. Fær ein persónur t.d. 35.000 kr. í mánaðarløn undir DIS-skipanini, skal sami persónur fáa 62.000 kr. í mánaðarløn undir FAS-skipanini fyri at hava líka nógv eftir aftaná skatt og sosial gjøld. 
kr.                                    DIS                                    FAS
                                 netto mðr. løn                         mðr. løn      
Mánaðarløn                    15.000                               21.500
      -                               20.000                               30.000
      -                               25.000                               39.500
      -                               30.000                               50.500
      -                               35.000                               62.000
Tað framgongur av talvuni, at munurin á inntøkum undir DIS- og FAS-skipanini er serliga stórur fyri tær hægri inntøkurnar. Hetta kemst av, at frádrátturin, sum verður givin í sambandi við inntøkur undir FAS-skipanini, er avmarkaður til 14% av í mesta lagi 470.000 kr. árliga. T.v.s. at tann parturin av inntøkuni, sum er hægri enn 470.000 kr. árliga, verður skattaður á vanligan hátt uttan nakran skattafyrimun.