Broyttar reglur viðv. skatti av leiguinntøkum
Fyrr í ár varð samtykt lógarbroyting gevur húsaeigarum møguleika at verða skattaðir eftir eini 25%-bruttoskattaskipan av inntøkum av húsaleigu í staðin fyri at verða skattaðir eftir vanligu reglunum um inntøkur av húsaleigu. 
Innihaldið í lógarbroytingini 
Sambært vanligum skattareglum er inntøka av húsaleigu skattskyldug og skal uppgevast á sjálvuppgávu saman við aðrari inntøku. Inntøka av húsaleigu verður uppgjørd sum nettoinntøka eftir frádrátt av útreiðslum so sum EL, olja, trygging og rentur. Rentur kunnu tó ikki frádragast í inntøkuni, um talan er um hús sum, umframt at verða útleigað, eisini verða nýtt til bústað hjá eigaranum. 
Sambært fyriliggjandi uppskoti fáa húsaeigarar nú í staðin møguleika fyri at velja eina 25%-bruttoskatting í staðin fyri skatting eftir vanligu reglunum. Verður hesin møguleiki valdur, skal inntøkan av húsaleigu ikki roknast við í vanligu skattskyldugu inntøkuna, men skal í staðin skattast fyri seg við 25% eftir ein botnfrádrátt uppá 24.000 kr. árliga. Um hesin møguleiki verður valdur, kunnu útreiðslur, so sum EL, olja, trygging og rentur ikki frádragast í leiguinntøkuni. 
Dømi 1 - útleigan av íbúð 
Niðanfyri er víst dømi um útrokning av skatti v.m. í sambandi við útleigan av íbúð í húsum, har ið eigarin eisini býr sjálvur. Rentuútreiðslur kunnu ikki frádragast eftir vanligu skattareglunum. 
  | 25% - bruttoskattur  | ||
Lønarinntøka  | 300.000  | 300.000  | |
Leiguinntøka brutto  | 72.000  | 72.000  | |
Frádráttur fyri EL, olju og trygging  | 16.200  | 0  | |
Botnfrádráttur  | 0  | 24.000  | |
Leiguinntøka netto  | 55.800  | 48.000  | |
Skattskyldug inntøka  | 355.800  | 300.000  | |
Lands-, kommunu- og kirkjuskattur  | 140.040  | 110.215  | |
25% - bruttoskattur av leiguinntøku  | 0  | 12.000  | |
ALS-, BAS- og AM-gjald  | 11.087  | 10.950  | |
Skattur + sosial gjøld  | 151.127  | 133.165  | |
Munur (pr. ár)  | 17.962  | ||
Munur (pr. mánað)  | 1.497  | 
Tað framgongur at í hesum føri sparir útleigarin 1.497 kr. um mánaðin við at velja bruttoskatting eftir nýggju reglunum. 
Dømi 2 - útleigan av heilum húsum 
Niðanfyri er víst dømi um útrokning av skatti v.m. í sambandi við útleigan av heilum húsum, har ið eigarin ikki býr sjálvur. Rentuútreiðslur verða frádrignar eftir vanligu reglunum. 
  | 25%-bruttoskattur  | 
  | |||
  | |||||
Lønarinntøka  | 300.000  | 300.000  | 
  | ||
  | |||||
Leiguinntøka brutto  | 108.000  | 108.000  | 
  | ||
EL, olja og trygging  | 32.400  | 0  | 
  | ||
Rentur  | 48.000  | 0  | 
  | ||
Botnfrádráttur  | 0  | 24.000  | 
  | ||
Leiguinntøka netto  | 27.600  | 84.000  | 
  | ||
  | |||||
Skattskyldug inntøka  | 327.600  | 300.000  | 
  | ||
  | |||||
Lands-, kommunu- og kirkjuskattur  | 124.967  | 110.215  | 
  | ||
25% - bruttoskattur av leiguinntøku  | 0  | 21.000  | 
  | ||
ALS-, BAS- og AM-gjald  | 10.593  | 11.580  | 
  | ||
Skattur + sosial gjøld  | 135.560  | 142.795  | 
  | ||
Munur (pr. ár)  | -7.235  | ||||
Munur (pr. mánað)  | -603  | ||||
Tað framgongur, at í hesum føri viðførir útleigan við 25%-bruttoskatting ein meirkostnað uppá 603 kr. um mánaðin fyri útleigaran. Orsøkin til meirkostnaðin er fyrst og fremst, at í sambandi við útleigan av heilum húsum, kunnu rentuútreiðslur frádragast eftir vanligu reglunum. Hetta viðførir, at netto leiguinntøkan verður somikið lág, at skatturin, útroknaður eftir vanligu reglunum, er lægri enn 25%-bruttoskatturin, sum verður roknaður av leiguinntøkuni, uttan frádrátt fyri m.a. rentuútreiðslur. 
Samanumtikið 
Samanumtikið kann sigast, at 25%-bruttoskatting eftir vanligu reglunum loysir seg betri í teimum førum, tá ið útleigarin ikki kann frádraga munandi útreiðslur í leiguinntøkuni. Hetta vil serliga verða í sambandi við útleigan av íbúð, har ið renturnar ikki kunnu frádragast. 
Her kann leggjast afturat, at hóast rentur ikki kunnu frádragast í inntøkuni í sambandi við útleigan av íbúð í húsum, har ið eigarin eisini býr sjálvur, so kann eigarin framvegis fáa fullan rentustuðul, eisini um skattað verður eftir 25%-bruttoskattaskipanini. 
Um útleigari hevur munandi útreiðslur, sum kunnu frádragast í inntøkuni eftir vanligu reglunum, t.d. rentuútreiðslur, ella útreiðslur í sambandi við umvæling ella viðlíkahald, kann tað framvegis loysa seg at uppgera inntøkuna av húsaleiguni eftir vanligu reglunum. Ein spurningur í hesum sambandi er, um útleigari kann velja at skifta í millum, soleiðis at skattað verður eftir vanligu reglunum í teimum árum, tá ið frádráttarloyvdar útreiðslur er stórar, meðan skattað verður eftir 25%-bruttoskattaskipanini í teimum árum, tá ið frádráttarloyvdar útreiðslur eru minni. lógarbroytingin sigur einki hesum viðvíkjandi. 
Lógarbroytingin viðv. skatti av leiguinntøkum er sett í gildið við afturvirkandi kraft, soleiðis at møguleiki verður fyri at skatta leiguinntøku eftir broyttu reglunum frá 1. januar 2009. 
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til: 
Mirjam Haraldsen 
Tlf. nr. 34 34 70 
mharaldsen@spekt.fo 
Jákup Jacobsen 
Tlf. nr. 34 34 63 
jjacobsen@spekt.fo