Kunning
01-10-2018

Uppskot um broyting av lóg um stuðul til dupult húsarhald

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur lagt uppskot fyri tingið at broyta lógina um stuðul til dupult húsarhald.

Galdandi lóggeva veitir stuðul til giftar persónar, sum búgva í Føroyum, og sum av arbeiðsávum hava útreiðslur til dupult húsarhald annaðhvørt í Føroyum ella í útlandinum.

Broytingin, sum er løgd fyri tingið, hevur við sær, at stuðul einans kann verða veittur í førum, har bæði húsarhaldini eru í Føroyum. Ásetingin um, at persónarnir skulu vera giftir, verður broytt til, at teir skulu annaðhvørt vera giftir ella hava verið í føstum samlívi eitt longri tíðarskeið. Í viðmerkingunum til uppskotið stendur, at sum longri tíðarskeið er at skilja, at persónurin, ið søkir um stuðulin, hevur livað saman við øðrum persóni sum hjún í 18 mánaðir ella longri.

Fyri at fáa stuðul til dupult húsarhald skal serligt umsóknarblað sendast inn til TAKS, har umsøkjarin skal upplýsa um bústað og leigutíð. Útgoldna upphæddin er 488 kr. um mánaðin fyri leigu av høli og 20,50 kr. um dagin (arbeiðsdagar) fyri eykaútreiðslur til kost. Stuðulsupphæddirnar hava verið óbroyttar síðani 1997.