Kunning
24-03-2022

SPEKT søkir eftir næmingum til skrivstovurnar í Havn og í Klaksvík

SPEKT bjóðar starv og hægri útbúgving innan grannskoðan, roknskap, skatt og Vinnulívsrætt


Ert tú nýliga liðug/ur við miðnámskúla, ella verður tú liðug/ur í summar? Hevur tú áhuga í samfelags- og vinnuligum viðurskiftum? Dámar tær at arbeiða við tølum, og kundi tú hugsað tær at fingið hægri útbúgving innan búskaparfrøði?

Sum starvsfólk hjá SPEKT fært tú arbeiðsroyndir, samstundis sum at tú hevur møguleika at fáa eina hægri búskaparliga útbúgving.

Arbeiðið

SPEKT hevur skrivstovu í Havn og í Klaksvík, og søkja vit næmingar til báðar skrivstovurnar. Starvsstaðurin hjá tær verður á skrivstovuni hjá SPEKT í Havn ella í Klaksvík.  Verður tú settur á skrivstovuni í Klaksvík, mást tú rokna við at koma at arbeiða ein part av tíðini á skrivstovuni í Havn fyrstu tíðina. Tú verður partur av einum dugnaligum, ágrýtnum og væl útbúnum starvsfólkatoymi. Dagligu uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna millum annað um at grannskoða ársroknskapir, veita roknskaparhjálp og ráðgeva vinnuligum og almennum fyritøkum um fíggjarlig viðurskifti. Í starvinum fært tú breitt innlit í føroyska vinnulívið.

Útbúgvingin

Samstundis, sum tú arbeiðir, byrjar tú upp á hægri lesnað innan búskaparfrøði. Í fyrstu syftu lesur tú HD, har tey fyrstu 2 árini eru skipað við undirvísing á Búskaparbreytini á Glasi. Seinnu 2 árini av HD lestrinum eru skipað í samstarvi millum Búskaparbreytina á Glasi og Århus Universitet.

Eftir loknan HD-lestur hevur tú møguleika at søkja inn á cand.merc.aud.-útbúgvingina á lærdum háskúlum í Danmark. Lesur tú fulla tíð, tekur tað 2 ár at fullføra útbúgvingina. Velur tú at arbeiða í lestrartíðini, kanst tú rokna við, at tað tekur 3 til 4 ár at gera hana lidna.

Cand.merc.aud.-útbúgvingin gevur tær møguleika fyri at gerast statsaut. revisor ella løggildur grannskoðari. Harumframt gevur útbúgvingin fjølbroyttar arbeiðsmøguleikar, m.a. sum roknskapar-/ fíggjarleiðari í størri fyritøkum.

Um teg

Vit vænta, at tú ert sinnað/ur at fara undir at lesa HD og síðani møguliga cand.merc.aud. Harumframt vænta vit, at tú dugir væl at orða teg skrivliga, at tú ert fyrikomandi og hevur lætt við at samstarva. Starvstíðin byrjar eftir nærri avtalu í heyst.

Umsóknin

Umsókn við upplýsingum um miðnámsskúlaprógv (ella seinasta støðumet) og møguligum arbeiðsroyndum skal sendast okkum skjótast til ber og í seinasta lagi 19. apríl 2022.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mirjam Haraldsen á telefon 343470/233470 ella við at skriva teldupost til mh@spekt.fo.

Allir fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði.