Kunning
13-12-2018

Nú hava vit tveir CISA-góðkendar KT-grannskoðarar

SPEKT hevur síðani 2012 lagt dent á at styrkja sínar førleikar innan KT-økið. Eilev Sivertsen byrjaði sum KT-grannskoðari hjá SPEKT í 2012. Eilev er sivilverkfrøðingur innan KT og hevði arbeitt í KT-vinnuni í Danmark í fleiri ár, áðrenn hann byrjaði hjá SPEKT. Eilev varð CISA-góðkendur KT-grannskoðari í 2014. Seinni hevur Eilev fingið góðkenningarnar CISM og GSNA innan KT-trygdarleiðslu og KT-grannskoðan.

Signar Nielsen byrjaði sum KT-grannskoðari hjá SPEKT í 2015. Signar hevur lokið prógv sum bachelor í datalogi og hevur somuleiðis drúgvar royndir úr KT-vinnuni í Føroyum og Danmark. Á heysti í 2018 varð Signar CISA-góðkendur KT-grannskoðari, og sostatt hevur SPEKT nú tveir CISA-góðkendar KT-grannskoðarar.

Tá ið tað snýr seg um at geva grannskoðaraátekning á roknskapir, verður løggilding av grannskoðarum skipað á ymiskan hátt í ymiskum londum, men innan KT-grannskoðan virkar CISA-góðkenning sum ein altjóða viðurkend góðkenning. CISA stendur fyri Certified Information Systems Auditor, og CISA-góðkenningin verður umsitin av altjóða yrkisfelagsskapinum ISACA.

KT-grannskoðarar arbeiða fyrst og fremst við at kanna og meta, um KT-trygdarumhvørvið hjá stovnum og fyritøkum er nøktandi við atliti til at tryggja rættar og álítandi dátur, serliga í roknskaparhøpi. Harumframt eru KT-grannskoðararnir hjá SPEKT við til at fremja trygdarskoðan av stovnum og fyritøkum, sum føroyska Persónsupplýsingarlógin og Trygdarkunngerðin krevja, har persónsupplýsingar verða viðgjørdar.

Væntandi kemur nýggj Persónsupplýsingarlóg í gildi í Føroyum í 2020, har krøvini verða herd, til tess at líkjast nýggju ES-lóggávuni á økinum (vanliga nevnd GDPR). Myndugleikarnir hava somuleiðis givið boð um, at stovnar, sum viðgera serliga týðandi upplýsingar, til dømis heilsuupplýsingar, framyvir eiga at verða trygdarskoðaðir av CISA-góðkendum grannskoðarum. Við tveimum CISA-góðkendum KT-grannskoðarum er SPEKT sostatt til reiðar at veita føroyskum stovnum og fyritøkum neyðugu ráðgevingina og tænasturnar framyvir.