Kunning
21-11-2018

Frá exemptión til credit

Fíggjarmálaráðið hevur lagt uppskot fyri tingið um at seta í gildi broytingar í norðurlendska tvískattasáttmálanum. Ein broyting er, at linking í føroyska skattinum, tá ið persónur rindar skatt í øðrum norðurlandi, framyvir skal kunna gevast eftir credit háttinum, heldur enn eftir exemptión háttinum.

Exemption merkir, at útlendsk inntøka ikki verður skattað í Føroyum, meðan credit merkir, at útlendsk inntøka verður skattað í Føroyum í tann mun føroyskur skattur er hægri enn skatturin í útlandinum.

Exemptión hátturin
Eftir núverandi reglum er galdandi fyri ávís sløg av inntøkum, at um persónur arbeiðir í øðrum norðurlandi, og rindar skatt í hesum landi av inntøkuni haðani, fær hann linking í føroyska skattinum eftir exemptión háttinum. Hetta merkir, at útlendska inntøkan verður tikin við í skattskyldugu inntøkuna í Føroyum, men eingin skattur verður goldin í Føroyum av útlendsku inntøkuni.

Exemption hátturin er serliga viðkomandi fyri føroyingar, sum m.a. arbeiða á landi í Noreg, og fyri føroyingar, sum sigla í norskum øki við frálandaskipum hjá norskum reiðaríum. Eftir verandi reglum verður skattur ikki goldin í Føroyum av hesum inntøkum.

Credit hátturin
Eftir credit háttinum verður útlendska inntøkan eisini tikin við í skattskyldugu inntøkuna í Føroyum, men tá skal skattur gjaldast í Føroyum í tann mun skatturin í Føroyum er hægri enn goldin skattur í útlandinum av somu inntøku. Credit hátturin verður í dag nýttur fyri allar inntøkur frá londum, sum ikki hava tvískattasáttmála við Føroyar, meðan exemption hátturin er høvuðsreglan fyri lønarinntøkur, ið eru fevndar av norðurlendska tvískattsáttmálanum.

25B í skattalógini
Fyri nógvar føroyingar, sum arbeiða uttanlands, fær broytingin frá exemptión til credit tó ikki stórvegis týdning, av tí at flestu inntøkur fyri arbeiði uttanlands eru fevndar av § 25B í skattalógini. Inntøkur eftir § 25B í skattalógini hava rætt til ein frádrátt upp á 30%, tó í mesta lagi 120.000 kr. Netto inntøkan verður síðani skattað við føstum skattaprocenti upp á 35%. Harvið verður netto skattaprocentið í Føroyum fyri tílíkar inntøkur lutfalsliga lágt, og kemur tí ofta fyri, at føroyski skatturin antin er lægri, ella á leið ájavnt við skattin í útlandinum.

Sosial gjøld í øðrum norðurlondum
Sosial gjøld, sum verða goldin í øðrum norðurlondum, verða tald við sum ein skattur, tá ið linking verður givin í føroyska skattinum. Hetta hevur serliga týdning fyri føroyingar, sum hava møguleika at velja at varðveita teirra sosialu tryggingar í Føroyum, heldur enn at gjalda sosial gjøld í útlandinum.

Eftir exemptión rokniháttinum ávirkar tað ikki føroyska skattin, um persónur rindar sosial gjøld í øðrum norðurlandi ella ikki. Credit roknihátturin viðførir harafturímóti í flestu førum, at um persónur velur ikki at gjalda sosial gjøld í útlandinum, vil føroyski skatturin í staðin verða tilsvarandi hægri.

Verður uppskotið samtykt, ásetir landsstýriskvinnan í kunngerð, nær lógin kemur í gildi.