Kunning
12-11-2018

Feløg missa óbrúkt hall í sambandi við eigaraskifti

Fíggjarmálaráðið hevur tann 2. november 2018 lagt uppskot fyri tingið um at feløg skulu missa óbrúkt hall í sambandi við at eigaraskarin broytist við 50% ella meira. Talan er um uppskot til broytingar í skattalógini og kapitalvinningsskattalógini.

Eftir galdandi reglum ber til at keypa feløg við ongum virksemi og stórum óbrúktum halli, og síðani byrja nýtt virksemi í hesum feløgum, og harvið gagnnýta skattliga hallið. Hetta kann viðføra, at inntøkur frá nýggja virkseminum sleppa undan at rinda skatt í ávíst tíðarskeið. Fíggjarmálaráðið metir í hesum sambandi, at tað er neyðugt at avmarka henda møguleika fyri at framflyta hall, tá ið eigaraskarin broytist munandi.

Uppskotini, ið nú eru løgd fyri tingið, áseta, at um ikki minst 50% av partapeninginum ella atkvøðurættindunum í parta- ella smápartafelag eru á somu hondum við byrjan av tí inntøkuári, ið óbrúkta hallið verður flutt til, sum tey vóru við endan av tí inntøkuári, tá ið hallið varð staðfest, fellur óbrúkta hallið burtur.

Sagt verður í viðmerkingunum til uppskotini, at endamálið er at avmarka møguleikan í verandi skattalóggávu fyri handli við tómum feløgum, har ið einasta aktiv er óbrúkta skattliga hallið. Hetta kostar landi og kommunum skattainntøkur, og tí verður mett neyðugt at áseta avmarkingar, soleiðis at óbrúkt hall fella burtur um eigaraviðurskiftini broytast, soleiðis at onnur fáa ræði í felagnum.

Uppskotini skulu eftir ætlan fáa virknað frá framløgudegnum.