Kunning
08-09-2021

Dagførdur bóklingur um uttanlandsinntøkur

Tá ið persónar fara uttanlands at arbeiða, eru nógv viðurskifti at fáa greiðu á, herundir hvat skal gjaldast í skatti, sosialum gjøldum og eftirløn í Føroyum og í útlandinum.

Sum hjálp til at fáa greiðu á nøkrum av viðurskiftunum hava vit tí gjørt henda bóklingin.


Einasta broytingin frá 2020-bóklinginum til 2021-bóklingin er, at persónar við lønarinntøku úr Noreg og sum rinda til folketrygd, eru frítiknir frá at rinda til tvungna eftirløn í Føroyum. [Síða 1 og 20].