Kunning
06-12-2018

B-inntøkur til tónleikarar og onnur listafólk

Fíggjarmálaráðið hevur lagt uppskot fyri tingið um at broyta skattalógina, soleiðis at tónleikarar, sjónleikarar og onnur útinnandi listafólk kunnu móttaka samsýningar sum B-inntøka.

Eftir § 60, stk. 1, nr. 3 í skattalógini hevur higartil verið galdandi, at samsýningar til tónleikarar, sjónleikarar og onnur útinnandi listafólk hava skula verið útgoldnar sum A-inntøkur. Henda áseting hevur verið trupul at umsita, og tí er ofta komið fyri, at samsýningar eru útgoldnar uttanum skattaskipanina.

Eisini hevur verið ført fram, at samsýningarnar í flestu førum eru so lágar, at tær í besta føri røkka til at rinda fyri tær útreiðslur, ið standast av at skula framføra, og at samsýningarnar tískil ikki eru egnaðar at útgjalda sum A-inntøkur. Serliga tónleikarar hava ofta stórar útreiðslur til ljóðføri og aðra útgerð.

Í uppskotinum verður mælt til, at § 60, stk. 1, nr. 3 í skattalógini verður strikað. Fíggjarmálaráðið skrivar í viðmerkingunum, at mett verður, at samsýningarnar til listafólkini, sum eru nevnd í ásetingini, eiga at verða viðgjørdar eins og inntøkur hjá øðrum vinnurekandi, og vísir Fíggjarmálaráðið í hesum sambandi á, at hetta eisini er skipanin uttanlands.

Hetta merkir samstundis eisini, at útinnandi listafólk, sum móttaka samsýningar sum B-inntøkur, hava skyldu til at á hvørjum ári at lata sjálvuppgávu við roknskapi til TAKS. Hjá vinnurekandi, herundir eisini hjá listafólkum, skulu sjálvuppgáva og roknskapur innlatast elektroniskt umvegis Borgaragluggan hjá TAKS.

Broytingin í skattalógini verður tó ikki galdandi fyri allar samsýningar til listafólk. Í tann mun listafólk fáa lønarinntøkur, t.d. sum kvøldskúlalærari í tónleiki ella list, verður inntøkan framhaldandi at rokna sum vanlig A-inntøka.

Verður uppskotið samtykt, fær broytingin virknað frá 1. januar 2019.